Far til innihald

Keypskurv

Tín keypskurv er tóm

Um okkum

Ársins Íverkseti 2024

Sniðgevin handan FJORD er Suffía Nón, og tað er Suffía, ið sniðgevur allar Fjord vörur. Navnið Fjord kemur av heimstaðnum Fuglafjörður, har Suffía eisini er född og uppvaksin.

FJORD byrjaði í september 2016, tá Suffía til stuttleika teknaði nakrar súlur, sum hon legði út á sín Facebook-vanga. Eftir hetta fekk hon íblástur til at menna fleiri vörur, og eru í dag hesar vörur nógv eftirspurdar bæði í Föroyum og uttanlands.

Hugskotið hjá Suffíu er at sniðgeva hugnaligar brúksvörur, sum hava íblástur úr föroyskari mentan, náttúru og tí maritima umhvörvinum, ið hon er uppvaksin í. 

FJORD bleiv í 2024 heiðrað sum ársins íverkseti, og hetta hevur givið okkum enn størri áræði at menna nýggjar, spennandi vørur til føroyska og altjóða marknaðin.

Suffía Nón býr í Fuglafirði saman við manni og tveimum synum.