Ókeypis flutningur í Föroyum fyri keyp yvir 399 kr.

Cart (0)


Sólarris - gandakenda lötan

FJORD

Regular price 199,00 kr

við MVG

Vit kenna öll sögnina um Risan og Kellingina, og er hon eisini avmyndað ofta áður uppá ymiskar háttir. Hetta er so mín tulking, ið eg havi valt at kalla "Sólarris - gandakenda lötan". Eg havi ofta hugsað hvussu tað man hava verið at staðið uppi á Eiðiskolli og sæð útyvir Risan og Kellingina beint eftir tey vóru blivin til stein, tað hevur uttan yva verið sera hugtakandi og gandakent.

Eg havi loyvt mær, at leggja eitt sindur afturat sögnini við at seta stríðsmenn upp á Eiðiskoll. Í mínum hugaheimi hava hesir stríðsmenn alla náttina roynt at steðga Risanum og Kellingini at taka Föroyar við til Ísland. Tað gekk ikki so væl hjá stríðsmonnunum, og móti morgni hövdu teir púra mist mótið. Alt sá svart út .... men so hendi tað; sólarris - gandakenda lötan, og við fyrstu sólstrálu broyttist alt. Mótloysi bleiv til fagnaðarróp og dans.

Plakatin er sniðgivin og prentað í Föroyum.

Verður útflýggja í snöggum pappröri.